10. finalan og sætta meistaraheitið hjá Italia

Týskland er einasta evropeiska landsliðið, ið hevur vunnið fleiri meistaraheiti enn Italia

Italia hevur nú vunnið fýra HM-gull og tvey EM-gull

Fagnaður er stórur í Italia aftaná EM-sigurin á Wembley leikvøllinum í London, har Italia í finaluni knógvaði Ongland aftaná brotssparkskapping.

 

Hjá italiumonnum sum ikki vunnu seg í HM-endaspælið í Russlandi í 2018 er talan um eina risa stóra uppreisn. Italia tapti tvær tær seinastu EM-finalurnar teir vóru partur av, men í 2012 taptu teir greitt 0-4 fyri Spania, og í 2000 taptu teir 1-2 fyri Fraklandi aftaná tiltikna "Golden Goal". Tí kemur sigurin sera væl við.

 

Italia hevur nú verið í 10 endaspælsfinalunum, og hava italiumenn vunnið seks av hesum finalunum.

 

Italia vann HM-finalurnar í 1934, 1938, 1982 og í 2006. Í 1970 og 1994 var Italia tapandi HM-finalisturin.

 

EM-finalan í kvøld var tann fjórða í søguni hjá Italia. Italia vann EM-finaluna í 1968, men tapti EM-finalurnar í 2000 og í 2012. Í kvøld eydnaðist tað at vinna aðru EM-finaluna.

 

Umframt EM-gullið kunnu italiumenn eisini fegnast um at vera ósigraðir í 34 teimum seinastu landsdystunum.

 

Týskland er einasta evropeiska landsliðið sum hevur vunnið fleiri meistaraheiti enn Italia. Týskland hevur vunnið fýra HM-finalur og tríggjar EM-finalur. 

 

 

 

 

 

Italia hevur nú vunnið fýra HM-gull og tvey EM-gull