11 línuskip eru til fiskiskap í løtuni

Talan er um níggju frystilínuskip og tvey ísfiskalínuskip, sum bæði væntandi landa í næstu viku.

Í løtuni eru tvey ísfiskalínuskip til fiskiskap, og væntandi fer okkurt aftrat út aftur í næstum.

 

- Ísfiskalínuskipini, sum væntandi koma inn at landa í næstu viku, fáa mest av hýsu, toski, svartkalva og longu.

 

Níggju frystilínuskip eru eisini til fiskiskap. Eitt er á Føroyabanka, trý fiska í íslendskum sjógvi, og fimm eru á ytru leið undir Føroyum.

 

- Streymurin er góður, og veðurforsagnirnar til næstu viku eru eisini góðar. Tí er væntandi, at nakað verður av útróðri.

 

Á Fiskamarknaði Føroya leggja tey aftrat, at útróðrarbátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski.