156 deyð í vatnflóð í Týsklandi

Týskland er hart rakt av óvanliga stórari vatnflóð

Nú er deyðstalið eftir umfatandi vatnflóð í Týsklandi komið upp á 156 fólk. Í Belgia eru 27 fólk deyð.

 

Ritzau skrivar, at landslutirnir Rheinland-Pfalz og Nordrhein-Westfalen eru harðast raktir – teir liggja har vesturi í Týsklandi.

 

– Vit stúra fyri, at talið á deyðum fer at vaksa, sigur løgreglan í Reinhland-Pfalz í einari fráboðan.

 

670 fólk hava fingið størri og smærri snuddir í vatnflóðini.

 

Vatnflóð hevur eisini rakt Belgia hart, og í Suðurtýsklandi, Hollandi, Luksemborg og Sveis eru eisini fráboðanir um vatnflóð og materiellan skaða.