170 nýggir smittutilburðir í Noregi

Smittukurvan er í løtuni "fløt", tó at smittan er veksandi í 17 kommunum.

 

 

Seinasta samdøgur hevði Noreg 170 nýggjar koronu-tilburðir. Tað vísir nýggjasta uppgerðin, sum júst er almannakunngjørd.

 

Hetta eru 14 tilburðir færri enn miðaltalið fyri hvønn dagin í Noregi seinastu sjey dagarnar, sum er 184.

 

Hósdagin hevði Noreg 222 og mikudagin 211 nýggjar covid-19 smittutilburðir.

 

Smittukurvan er í løtuni "fløt", sum tað verður rópt, tó at smittan er veksandi í 17 kommunum.

 

Samanlagt hevur Noreg higartil havt 132.966 covid-19 tilburðir.

 

Í løtuni eru 27 fólk innløgd á norskum sjúkrahúsum við covid-19, og 796 fólk eru deyð.