1900 tons av makreli eru tøk til royndir

Fiskimálaráðið lýsir nú eftir umsóknum til vinnuligar fiskiroyndir eftir makreli fyri 2021.

 

 

 

Nú kann søkjast um at sleppa at gera vinnuligar royndir eftir makreli í 2021. Hesum boðar Fiskimálaráðið frá, og lagt verður aftrat, at freistin at lata inn umsókn er hin 18. juni.

 

Um heimasíðuna - www.fisk.fo - kann lesast meira um hesar royndir. Her verður víst á, at í kunngerðini um veiðu eftir makreli fyri 2021 er ásett, at 1.900 tons eru tøk til vinnuligar fiskiroyndir.

 

Lagt verður aftrat, at nøgdin kann veiðast í føroyskum sjógvi og í altjóða sjógvi. Tey, ið ætla at gera royndir eftir makreli í 2021, skula senda Fiskimálaráðnum umsókn.

 

Samstundis, sum boðað verður frá møguleikanum at gera royndir eftir makreli, minnir Fiskimálaráðið á, at freistin at søkja um vinnuligar royndir eftir norðhavssild verður úti hin 3. juni klokkan 12.