211 nýggir smittutilburðir í Noregi

Í løtuni eru 30 fólk innløgd á norskum sjúkrahúsum við covid-19, og talið av deyðum er komið upp á 796.

 

 

 

Seinasta samdøgur hava tey í Noregi skrásett 211 nýggjar koronu-smittutilburðir. Hetta eru 22 tilburðir fleiri enn miðaltalið fyri seinastu sjey dagarnar, sum er 189.

 

Týsdagin vóru smittutilburðirnir 227 og mánadagin 187 í tali.

 

Sambært heilsumyndugleikunum í Noregi er smittukurvan í landinum samanlagt "fløt" í løtuni, men í 23 kommunum er smittan veksandi.

 

Síðan koronu-smittan fyrstu ferð varð staðfest í Noregi, hevur landið havt 132.574 tilburðir við covid-19.

 

Í løtuni eru 30 fólk innløgd á norskum sjúkrahúsum við covid-19, og talið av deyðum er komið upp á 796.