24 fólk doyðu í loftálopi á mosku í Gaza

Sambært Reuters eru 24 fólk deyð í einum ísraelskum loftálopi á eina mosku í Gazageiranum.

Flóttafólk, sum flýddu úr norðara parti av Gaza, koma higar til Nuseirat miðskeiðis í Gaza, 5. oktober. Myndin er ikki úr Deir al Balah, har nevnda álop á eina mosku fór fram. - Mynd: Bashar Taleb/Ritzau Scanpix

Í minsta lagi 24 eru deyð og 93 særd eftir loftálop á eina mosku nærhendis al-Aqsa sjúkrahúsinum í Deir al Balah í miðskeiðis í Gazageiranum.

Tað boðaði fjølmiðlaskrivstovan, sum Hamas hevur eftirlit við, frá sunnumorgunin, sambært Reuters.

Fyrr í nátt boðaði palestinska tíðindastovan Wafa frá, at 18 vóru deyð. Í fyrstu fráboðanunum um álopið var talið av deyðum fimm.

Moskan varð brúkt til at hýsa flýddum palestinarum.

Ísraelski herurin (IDF) sigur í eini fráboðan, at hann "framdi eitt nágreiniligt álop móti yvirgangsmonnum hjá Hamas, sum virkaðu innan úr einum bygningi, sum fyrr var Shuhada al-Aqsa moskan í økinum Deir al . - Bála".

Mánadagin er eitt ár síðani Ísrael varð álopið av hernaðarliga islamistiska bólkinum Hamas, og eftir hetta byrjaði kríggið í Gaza, og drúgva ósemjan kyknaði harðliga upp aftur.

Umleið 1.200 doyðu, tá Hamas leyp á Ísrael 7. oktober.

Í álopinum hjá Ísrael í Gaza eru í minsta lagi 41.825 fólk dripin, upplýsir heilsumálaráðið í økinum, sum Hamas ræður á.

Ísraelski herurin hevur enntá framt álop í Libanon í nátt.

Libanon og Ísrael hava næstan dagliga skotið um markið, síðani Gaza-stríðið brast á.

Stríðið harðnaði, tá bipparar hjá Hizbollah-limum í Libanon brustu 17. september.

Eftir hetta komu fleiri vikur við herdum loftálopum móti Suðurlibanon, har ovasti leiðarin í Hizbollah-rørsluni, Hassan Nasrallah, varð dripin fríggjadagin í síðstu viku.

Týsnáttina fór Ísrael síðani undir álop á landi í Suðurlibanon.

Tað var eisini týsdagin, at Iran sendi eina fleiri rakettir og dronur móti Ísrael.

Iran hevur sagt, at álopið á Ísrael var hevnd fyri, at leiðarin í Hizbollah, Hassan Nasrallah, varð dripin í einum stórum ísraelskum álopi 27. september.

Ísrael hevur boðað frá álopi sum svar uppá iranska rakett- og dronuálopið týsdagin.

 

/Ritzau/

 

 

Flóttafólk, sum flýddu úr norðara parti av Gaza, koma higar til Nuseirat miðskeiðis í Gaza, 5. oktober. Myndin er ikki úr Deir al Balah, har nevnda álop á eina mosku fór fram. - Mynd: Bashar Taleb/Ritzau Scanpix