Nýggjasta skipið í flotanum hjá Mærsk, sum kann sigla við metanol, er navngivið í Aarhus.
Tað hendi á hátíðarløtu á Havnini í dag. Leygardagin verður opið fyri umleið 2.000 vitjandi.
350 metrar langa skipið, sum kann flyta umleið 16.500 bingjur, hevur fingið navnið "Antonia Mærsk".
Skipið er tað størsta av sínum slag í heiminum.
Mótsett flestu bingjuskipum, sum bert sigla við fossilum brennievni, kann "Antonia Mærsk" eisini rekast við metanoli.
Tað kann framleiðast úr biogassi ella lívrunnum evnum og hevur ein stórin leiklut í royndunum hjá shipping-risunum um at minka um CO2-útlátið.
Stjórin í Mærsk, Vincent Clerk, helt røðu áðrenn navngivingina.
Við "Antoniu Mærsk" aftan fyri seg setti hann orð á grønu ætlanirnar hjá felagnum.
- Grønt metanol er brennievni, sum kann framleiðast í stórum nøgdum. Men at skifta brennievnisnýtsluna út er ein fløkt tilgongd. Vit síggja fyri okkum eina framtíð, har fleiri ymisk grøn brennievni eru til taks, segði stjórin millum annað.
Hann brúkti eisini høvið til at endurtaka ynskið hjá Mærsk um politisk tiltøk.
##med2##
- Hesa umlegging megna vit ikki einsamøll. Neyðugt er við eini prísskipan, sum kann steingja gjónna millum prísir á flutningi við grønum brennievni og fossilum brennievni.
Í dag eru grønt brennievni dýrari enn siðbundna bunkaraoljan, og Mærsk tekur tí ein hægri prís frá kundum, sum ynskja ta meira veðurlagsvinarligu loysnina.
Harumframt er tað ein stór avbjóðing hjá Mærsk at fáa nóg mikið av grønum metanoli.
Tí fer nýggja skipið at sigla við fossilum brennievni ein part av tíðini.
"Antonia Mærsk" er fyrsta stóra metanoldrivna skipið, sum fær navn í Danmark.
Skipið kemur við í hópin av hinum metanoldrivnu skipunum hjá Mærsk, sum eisini fevnir um systurskipini "Ane Mærsk" og "Astrid Mærsk" umframt tað nakað minni skipið "Laura Mærsk".
Tað síðst nevdna varð latið til Mærsk í 2023. Skipið var fyrsta metanoldrivna skipið í heiminum.
Við grønum metanoli minkar útlátið frá skipunum hjá Mærsk við 65 prosentum.
/ritzau/