36 deyð í eldsbruna á koronu-sjúkrahúsi í Irak

Í dag kom eldur í eitt sjúkrahús í Irak, og stúrt verður fyri, at fleiri sjúklingar hava latið lív.

 

 

 

Sambært útlendskum miðlum er eldur komin í eitt sjúkrahús í irakiska býnum, Nasiriyah, í dag. Tað eru lokalir miðlar og eitt nú Al Jazeera, sum bera hesi tíðindi.

 

Talan er um Al-Hussein-sjúkrahúsið, og sambært lokalum miðlum eru í minsta lagi 36 fólk deyð. Hetta er eitt sjúkrahús ið viðger fólk, sum eru innløgd fyri koronu.

 

Irakiska ávísin - Rudaw - skrivaði fyrr í kvøld, at sløkkilið stríðast við at sløkkja eldin og at flyta sjúklilngar burtur av sjúkrahúsinum.

 

Býurin, Nasitiyah, liggur í útsynningspartinum av Irak, nær Eufrat-ánni.  Ein upptøka, sum liggur á heimasíðuni hjá Rudaw, sæst á hesi leinkju - https://www.rudaw.net/arabic/middleeast/iraq/1207202118