Myndir: Stringer/Reuters/Ritzau Scanpix

36 deyð í skriðulopi í Peru

Skriðulop í Peru hevur kravt minst 36 mannalív, og Arequipa-landsluturin er lýstur í kreppustøðu

Myndir: Stringer/Reuters/Ritzau Scanpix

Tað upplýsa myndugleikar í suðuramerikanska landinum í dag sambært tíðindastovuni AP og almennu tíðindastovuni Andina.

Tað er í økinum Miski, at tað eru funnin 36 lík, upplýsir Mariano Nicolás Valcárcel, sum er embætismaður hjá lokalu myndugleikunum í Camaná-landslutinum.

Millum tey deyðu eru fimm fólk, sum vóru í einum vøruvogni, sum varð tikin í skriðulopinum niður í eina á.

Nógv heim eru løgd í púrasta í oyði. Eisini brýr, veitir til at vatna grøði eins og vegir eru oyðiløgd.

Tað eru ofta nógv og áhaldandi regn í pørtum av Peru í februar, og tað førir mangan til skriðulop, sum krevja mannalív hesa ársins tíð.

 

/ritzau/

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

Myndir: Stringer/Reuters/Ritzau Scanpix