Jens Jensen, sýslumaður, skrivar, at klokkan 0735 vóru grindaboð givin av Trøllanesi. Bólkurin var suðurgangandi.
Millum kl. 0950 og 1005 løgdu 40 hval beinini í Klaksvík. Heldur longri enn vit er von við.
Tá ið føstu partarnir vóru tiknir frá vóru 185 skinn eftir at bíta millum tey, ið luttóku í rakstri, drápi og aðrari upptøku. Drápspartarnir millum fólk á landi og á báti blivu tilsamans 147 partar.
Tað gevur 1,25 skinn í part.
Grindin varð fyri størsta partin skift í drápspartar, men býtt var eisini til fólkið í Kallsoynni tað vil siga á Trøllanesi, Mikladali, Húsum og Syðradali.
Seðlarnir komu út klokkan gott 1600 í dag.