40 ár síðani Pauli Ellefsen varð valdur til løgmann

Í dag eru 40 ár liðin, síðani Pauli Ellefsen varð valdur til løgmann í Føroyum. Hetta var seinnapartin hin 5. januar í 1981, eftir at Sambandsflokkurin gjørdist størsti flokkur á løgtingsvalinum, sum hevði verið 8. november í 1980.

Atli Dam hevði tá sitið sum løgmaður í 10 ár og ein lítlan mánað, tá hann mátti lata stafettina víðari til argasta kappingarneytan, Paula Ellefsen úr Sambandsflokkinum.

Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin høvdu drúgvar royndir sum samstarvsflokkar, eftir at teir skiltust í 1975. Teir sótu saman í fyrsta landsstýrinum í 1948 til 1950, tá Sambandsflokkurin fór saman við Fólkaflokkinum í staðin.

Men í 1958, tá Javnaðarflokkurin vann stórsigur við lyfti um fólkapensjónina, skipaði flokkurin samgongu saman við Sambandsflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum við Petur Mohr Dam sum løgmanni. Tann samgongan slitnaði aftur í 1962 – ikki tí at samgongan misti meirilutan, men tí at Sjálvstýrisflokkurin fór saman við Fólkaflokkinum og Tjóðveldisflokkinum, sum skipaðu tað sokallaða sjálvstýrislandsstýrið.

##med2##

Men í 1966 funnu teir tríggir heimastýrisflokkarnir saman aftur. Og tá Petur Mohr Dam, løgmaður, doyði í 1968, tók Kristian Djurhuus úr Sambandsflokkin yvir sum løgmaður restina av skeiðnum.

##med3##

Í 1970 skipaðu somu flokkar aftur samgongu við Atla Dam sum løgmannni. Men í 1974 valdi Javnðarflokkurin at fara aðrar leiðir, enn við Sambandsflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum. Tá skipaði hann samgongu saman við Tjóðveldisflokkinum og Fólkaflokkinum.

Hetta árið – í 1974 – varð Pauli Ellefsen valdur á ting á fyrsta sinni fyri Sambandsflokkin, sum fekk fimm tingmenn valdar. Men á valinum í 1978 hevði Sambandsflokkurin stóra framgongd upp á 7,2 prosent og gjørdist størsti flokkur við 26,3 prosentum. Pauli Ellfesen var formaður í Sambandsflokkinum, sum fóru úr 5 upp í 8 tingmenn. Javnaðarflokkurin varðveitti sína støðu við 8 tingmonnum á valinum í 1978, hóast afturgongd upp á 2,5 prosent. Hetta árið var valskipanin broytt soleiðis, at veljast kundu 32 tingfólk, 27 umdømisvaldir og 5 eykavaldir, tí hækkaði tingfólkatalið.

Men á valinum í 1980 gjørdist Sambandsflokkurin aftur størstu, hóast afturogngd upp á 2,4 prosent. Javnaðarflokkurin hevði eisini eina lítla afturgongd, men hann misti nú ein tingsess og fekk 7 sessir, meðan Sambandflokkurin fekk 8.

##med4##

Hetta var fyrstu ferð eftir heimastýrislógina, at val varð skrivað út í ótíð. Orsøkin var ósemja millum Javnaðarflokkin og Tjóðveldisflokkin øðrumegin, og Fólkaflokkin hinumegin um uttanlandssiglingina hjá Strandferðsluni.

Tí lá tað líka til høgra beinið hjá Paula Ellefsen at skipa eina borgarliga samgongu millum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Sjálvstýrisflokkin, sum tilsamans høvdu 17 tingsessir og harvið meirilutan.