Kvinnur
Beinta Joensen og Birthe Sikivat hava vunnið allar kappingar, sum hava verið higartil. Men hvørgin av teimum var við hesaferð og tí vóru hinir báðar landsliðsleikararnir, Nadja Tróndardóttir og Joan Edvør Jacobsen, greiðir favorittar. Teir báðar kláraðu seg eisini best í bólkaspælinum og í cup-dystunum vórðu tær heldur ikki hóttar, so Nadja og Joan Edvør livdu upp til favoritt-leiklutin og hittust í finaluni. Nadja kom á odda 3-1 í finaluni, men fekk so trupulleikar við at lukka og Joan Edvør javnaði til 3-3. Í avgerðandi settinum var Nadja tó klárt tann betra og vann finaluna 4-3.
Menn B
B-bólkurin hjá monnum er fyri teir minni royndu spælararnar og teir, sum kanska ikki leggja so nógva orku í venjingina. Her vóru 37 luttakarar, býttir í 8 bólkar, har ein leikari var stykismettur í hvørjum bólki. Í nøkrum av bólkunum vóru úrslitini sum væntað, meðan tað í øðrum bólkum vóru heilt nýggir leikarar, sum gjørdu um seg. Eitt nú vunnu Ólavur Jensen, ið spældi sína fyrstu kapping, og 12 ára gamli Eli Heinesen sínar bólkar.
So hvørt sum cup-umførini blivu spæld, so var tað tó teir meira royndu leikararnir, sum komu langt, eitt nú Oddfinn Hansen, Eyðun Samuelsen og Magne Thomassen. Men eisini nýggjari spælarar, sum Jógvan Oliver Kallsoy og Benny Hansen spældu væl.
Benny og Jógvan Oliver hittust í aðrari hálvfinaluri. Petur helt fram við góða spælinum, sum hann hevði víst allan dagin og vann 4-1. Í hinari hálvfinaluni hittust Magne Thomassen og Oddfinn Hansen. Her vann Magne trygt 4-0. Í finaluni vóru tey flestu settini sera tøtt, men Benny hevði munin og vannn 5-3.
Menn A
Í A-bólknum eru teir royndu leikararnir, sum venja nógv og 4 av teimum manna eini landsliðið. Her vóru 14 luttakarar, býttir í 4 bólkar, har tveir leikarar vóru stykismettur í hvørjum bólki. Tað vóru eisini teir styrkismettu leikararnir, sum tóku fremstu plássini í bólkunum.
Í 1/8-finalunum gjørdu flestu av teimum styrkismettu bart, meðan Allan við Rætt mátti heilt út í avgerðandi sett fyri at basa Boga Arge og Marjus Hansen snávaði móti Esmar Mikkelsen í sera tøttum dysti
Í 1/4-finalunum vunnu Jan McIntosh, Gunnar Mouritsen og Jan Erik Fjallstein greiðar sigrar við spæli á høgum støði, meðan Uni Árting var í tøttum dysti móti Allan við Rætt. Uni førdi 4-1, men Allan javnaði til 4-4, áðrenn Uni avgjørdi dystin.
Uni og Gunnar hittust í aðrari hálvfinaluri. Hesin dysturin gjørdist ongantíð spennandi, tí Uni legði seg á odda 5-0 við góðum lukkingum og vann dystin 6-1. Í hinari hálvfinaluni hittust Jan og Jan Erik. Teir vóru styrkismettir 1 og 2 í kappingini og hetta gjørdist eisini ein sera vælspældur dystur. Bara tvey av settunum vóru omanfyri 18 pílar, og báðir skoraðu væl (88 og 79 í miðal), men Jan var púra tryggur, tá hann skuldi lukka og vann dystin 6-2.
Finalan var sostatt millum Jan McIntosh og Una Árting. Tveir góðir spælarar í eini góðari finalu. Bara trý av settunum vóru omanfyri 18 pílar. Uni kom á odda 3-1, men so tók Jan yvir og kom framm um 5-3. Síðstu fýra settini fóru øll við útlegginum og so vann Jan finaluna 7-5 við einum miðaltali á 83, meðan Uni hevði 79.
Vert er at leggja aftrat, at so mikið sum 23 180’arar komu í A-kappingini og 5 mans høvdu sett undir 15 pílar.
Tvímansleikur
Í vóru 14 luttakarar pør, býtt í 4 bólkar, har tvey pør vóru stykismett í hvørjum bólki. Tað vóru eisini teir styrkismettu leikararnir, sum tóku fremstu plássini í bólkunum, undantikið tann eina bólkin, har Liss á Fjallinum & Johannes Johannesen, fóru avstað við fyrsta plássinum og komu beinleiðis í 1/4-finaluna, saman við Jan McIntosh & Una Árting.
Í 1/8-finalunum var eingin spenningur, og úrslitini vóru kanska sum væntað, tó ruku Allan við Rætt & Heri Kallsoy út móti Boga Arge & Annfinni Hjaltalin.
Í 1/4-finalunum var als eingin spenningur, allir dystirnir endaðu 4-0. Bogi & Annfinn høvdu ongan møguleika móti Jan & Una og Liss & Johannes høvdu heldur ongan møguleika móti Eyðun Samuelsen & Samson Johansen.
Eyðun & Samson rendur seg í Esmar Mikkelsen & Petur Thomsen í aðrari hálvfinaluri og her vóru Esmar & Petur klárt betra parið og vunnu 5-0. Í hinari hálvfinaluni møttust allir fýra landsliðsleikararnir hjá monnum. Jan McIntosh & Uni Árting móti Jan Erik Fjallstein & Marjus Hansen. Teir vóru styrkismettir 1 og 4 í kappingini og hetta gjørdist eisini ein sera vælspældur dystur. Bæði pørini kiksaðu lukkingar at byrja við, men gjørdust so tryggari og dysturin bleiv við at vera javnur.
Sum oftast spældi ein leikari í hvørjum pari øgiliga væl, meðan hin haltaði aftaná, og so viðhvørt riggaði tað hjá øllum 4. Settini vóru javnt góð, øll uttan eitt lógu millum 17 og 21 pílar. Jan Erik skaraði framúr hendan dystin við einum miðaltalið uppá 89 og first-nine uppá 95.
Í flestu settunum høvdu bæði pørini møguleikan at lukka, so tað var drama allan vegin. Í síðsta settinum vóru Jan & Uni langt frammanfyri og høvdu fleiri møguleikar at lukka, áðrenn tað eydnaðist Jan at lukka og tryggja ein 5-4 sigur. Jan Erik skaraði annars framúr hendan dystin við einum miðaltalið uppá 89 og first-nine uppá 95.
Hetta var seinasta kappingin, áðrenn landsliðini hjá kvinnum og monnum fara til HM, sum verður í Esbjerg í døgunum 25. - 30. september. Har skulu tey kappast í einmansleiki, tvímansleiki og sum lið.
Til ber at fylgja við øllum dystunum í HM á tvold.dartconnect.com/events/wdf
Úrslit:
Kvinnur
1. Nadja Tróndardóttir (ADF)
2. Joan Edvør Jacobsen (VDF)
3. Jenny Kallsoy (EDF)
3. Liss á Fjallinum (HDF)
Hægst útgang: Joan Edvør Jacobsen 70
Fæst pílar: Nadja Tróndardóttir 21
Menn B
1. Benny Hansen (D16)
2. Magne Thomassen (VDF)
3. Jógvan Oliver Kallsoy (EDF)
3. Oddfinn Hansen (HDF)
Menn A
1. Jan McIntosh (HDF)
2. Uni Árting (HDF)
3. Jan Erik Fjallstein (VDF)
3. Gunnar Mouritsen (HDF)
Hægst útgang: Uni Árting 158
Fæst pílar: Jan McIntosh 12
Tvímansleikur
1. Jan McIntosh & Uni Árting (HDF)
2. Esmar Mikkelsen & Petur Thomsen (D9/HDF)
3. Jan Erik Fjallstein & Marjus Hansen (VDF/D9)
3. Eyðun Samuelsen & Samson Johansen (HDF/D9)
Hægst útgang: Jan Erik Fjallstein & Marjus Hansen 151
Fæst pílar: Jan Erik Fjallstein & Marjus Hansen 12