72 ára gamal mistonktur fyri at hava skotið 10 fólk

LOS ANGELES: Tann sum er mistonktur fyri at hava skotið og dripið 10 fólk í Kalifornia undir hátíðarhaldinum av kinesiska nýggjárinum er deyður.

 

Abc Affiliate Kabc/Reuters/Ritzau Scanpix

Tað upplýsir løgreglan í Los Angeles.

Robert Luna, sum er løgerglustjóri í Los Angeles, sigur, at løgreglan hevði funnið ein vøruvogn. Tá løgreglufólk nærkaðist bilinum, hoyrdu tey skot úr bilinum.

– Tann mistonkti skeyt seg sjálvan og varð staðfestur deyður á staðnum, sigur Luna.

Tann mistonkti er ein 72 ára gamal maður við asiatiskari bakgrund.

Hildið verður, at hann hevur dripið minst tíggju fólk við skotum í býnum Monterey Park leygarkvøldið.

Fimm menn og fimm kvinnur doyðu – flestu teirra millum 50 og 60 ár.

/ritzau/AFP

 

 

Abc Affiliate Kabc/Reuters/Ritzau Scanpix