91 prosent av orkuni í fjør kom frá olju

Føroyar hava langan veg til grønt orkuskifti

Samlaða orkunýtslan í Føroyum í fjør var 3819 GWh, og 91 prosent av hesari orku varð framleidd úr olju.

 

Tað vísir uppgerð hjá Umhvørvisstovuni.

 

Føroyar brúktu góð 300.000 tons av olju at framleiða 3492 GWh av orku. Vatn og vindur framleiddu einans 156,1 GWh.

 

Í 2020 byrjaði biogassverkið hjá Førka at framleiða el og hita, og nýggja vindmyllulundin hjá SEV í Porkeri byrjaði streymframleiðslu. Biogassverkið væntast at framleiða 6-10 GWh av elorku og 6-10 GWh av hita um árið, meðan vindmyllulundin fer at framleiða um 20 GWh av elorku um árið.

 

Oljunýtslan á sjónum var 137.703 tons og oljunýtslan á landi var 163.269 tons. 

 

– Føroyar hava stórar ætlanir um at gerast meiri óheft av útlendskari orkuveiting, at framleiða orku burðardygt og at minka um útlátið av vakstrarhúsgassi. Hetta orkuskiftið er í gongd. Í næstum verða fleiri stórar vindmyllulundir settar upp, fleiri bygningar og sethús skifta til hitapumpur, og talið av elbilum er alsamt vaksandi, sigur Umhvørvisstovan.