Aftaná nýggjár kann Hanus spæla kappingardystir fyri Celje

Celje hevur vunnið seg víðari í Conference League

Hanus Sørensen sum hevur gjørt sáttmála við slovenska toppliðið, NK Celje kann spæla kappingardystir fyri liðið aftaná nýggjár. 

 

Nú er vetrarsteðgur í Slovenia, og Hanus er heima í jólaferiu.

 

Celje, ið er fjórðfremst í bestu slovensku fótbóltsdeildini tekur kappingina upp aftur 1. februar. Tá verður NK Bravo á fimta plássinum mótstøðuliðið.

 

Celje skal eisini spæla tveir dystir í Conference League móti kýpriotiska liðnum, APOEL um rættin at spæla áttandapartsfinalur. So um Hanus vinnur seg á liðið eru spennandi avbjóðingar fyri framman.

 

Celje spælir heimadystin móti APOEL 13. februar. Útidysturin verður leiktur 20. februar.