Aftur trivaligur sigur ímóti Andorra

Tvey av málunum í 4-0 sigrinum vórðu skorað við langskotum

Fríggjakvøldið vunnu Føroyar 2-1 á heimavølli ímóti Montenegro, og í kvøld settu Føroyar punktum fyri hesi EM undankappingini fyri kvinnur við trivaligum 4-0 sigri á útivølli ímóti Andorra.

 

Hetta var onnur ferðin, at Føroyar í hesi kappingini vunnu ímóti Andorra. Á heimavølli var úrslitð eisini 4-0. Samlaða úrtøkan er 9 stig.

 

Føroyar vóru leikliga støðugt omaná. Føroysku spælararnir vóru skjótari og kringari í fótbóltsspæli og fótbóltsskili, og fyri tað mesta var bólturin á føroyskum fótum, meðan tær úr Andorra vardu og runnu aftaná.

 

Bæði málini í fyrra hálvleiki vórðu skorað eftir lítlari løtu. Í 19. minutti var tað enn einaferð Jens< Tórolvsdóttir, sum var málskjútti við langskoti soleiðis, sum hon eisini var tað fríggjadagin ímóti Montenegro.

 

20 metrar úr málinum og út frá brotsteigarsamankomingini í vinstru smekkaði hon til, og bólturin brast í nettakið.

 

Tveir minuttir seinni var 2-0. Durita Hummeland, sum í kvøld var vongvrji í vinstru, sendi flatt innfyri, og við nærra stólpa var Eyðvør Klakstein fyrst á bóltinum, sum hon stýrdi inn við stólpanum.

 

Í kvøld var føroyska uppstillingin 3-5-2. Í málinum var Óluva Allansdóttir Joensen aftur, eftir at hon fríggjakvøldið var á beinkinum, meðan Valborg Østerø vardi málið.

 

Jensa Tórolvsdóttir og Durita Hummeland vóru vongverjar. Í miðverjuni vóru Sunniva Willeoes, Birita Ryan og Tórunn Højgaard Joensen. Sentralir miðvallarar vóru Fridrikka Klementsen, Sanna Svarvadal og Eyðvør Klakstein og fremst vóru Ásla Johannesen og Heidi Sevdal.

 

Sum dysturin leið, og heimaliðið vardi aftarlaga og føroyska yvirvágin var eyðsýnd, var Sunniva Willemoes alt meiri miðvallari heldur enn verjuspælari.

 

18 minuttir undan leikloki økti Ásla Johannesen um leiðsluna til 3-0, tá ið hon krúllaði seg leysa í høgru og sneiddi eitt sindur inn, áðrenn hon smekkaði til. Tað sá út til, at hetta átti málverjin at vart fyri, men bólturin fór í netið, og føroysku spælararnir fegnaðust um, at tað lønti seg at royna við langskotum. Og so var tað í síðstu sekundunum, at miðverjin Tórunn Højgaard Joensen staðfesti 4-0 sigurin.

 

Næst á skránni hjá føroyska kvinnulandsliðnum er Baltic Cup, sum eftir ætlan verður í oktober mánað.

 

 

Andorra - Føroyar 0-4 (0-2)

 

EM undankappingardystur

 

Týsdagur 16. juli 2024 kl. 18.00 á Estadi Nacional Andorra La Vella í Andorra 

 

0-1: Jensa Tórolvsdóttir 19.

 

0-2: Eyðvør Klakstein 21.

 

0-3: Ásla Johannesen 72.

 

0-4: Tórunn Højgaard Joensen 97.+

 

Dómarabólkur úr Albania: Eglantina Pjetrushaj, Erinda Kume, Jena Mala og Mirela Cemeri (4. dómari) 

 

Føroyar: Óluva Allansdóttir Joensen – Sunniva Willemoes, Birita Ryan, Tórunn Højgaard Joensen – Jensa Tórolvsdóttir, Friderikka Clementsen (Anna Brændstrup, 73.), Sanna Svarvadal (Rúna Jacobsen, 56.), Eyðvør Klakstein (Julia Naomi Mortensen, 84.), Durita Hummeland (Mona Rasmussen, 56.) – Ásla Johannesen, Heidi Sevdal (Malena Olsen, 56.)

 

Á beinkinum uttan at verða skiftar inn: Gunnvá Lutzen, Valborg Østerø, Lea Lisberg, Rebekka Benbakoura, Tóra Mohr, Petra Hoydal, Anna Katrina Mikkelsen

 

Gult kort: Birita Ryan

 

Venjari: Signe Pries Andersen