Áheitan á politiska myndugleikan

Aftur í ár, 7. árið á rað,  er stórur ágangur á land okkara frá kriminella terrorfelagsskapinum Sea Shepherd Society og leiðara tess, Paul Franklin Watson.

Taktikkur teirra í ár tykist verða, at felagsskapurin fíggjar ferð og uppihald hjá norðurlendingum til land okkara við tí endamáli, at hesi skulu dokumentera “the Faroese psycopaths tradiotional blood sport”.

 

Felagsskapurin ferðast fullkomuliga ótarnaður kring land okkara og brýtur allar lógir, ið hava við grindadráp at gera, og úrslitið er, at miðilin Face Book eins og ávísir – serliga enskir – miðlar, válka sær í hatrinum frá Sea Shepherd mótvegis okkum.

 

Mærvitandi er Løgtingið okkara lóggevandi forum, og tí skal áheitanin – kravið um tit vilja – vera, at tit beinanvegin seta í verk lógar- ella kunngerðartiltøk, ið einaferð með alla banna øllum, ið kunnu ávísast at hava nakað sum helst samband við felagsskapin Sea Shepherd Society og tess leiðara, Paul Franklin Watson – eftirlýstur á reyða listanum hjá Interpol – innferðarloyvið til land okkara.

 

Tað ER tykkara skylda at verja land okkara.

 

Tað er tykkara skylda at verja fólk okkara, og ikki minst er tað tykkara skylda at verja okkara sjálvsøgdu rættindi at gagnnýta tað tilfeingið, ið okkum frá náttúrurnar hon er givið.

 

Tit eiga næsta leikin.

 

 

 

Vinaliga

 

Magnus Hansen