Ajax tapti sætta dystin á rað

Súna K. Hansen skoraði fýra, og legði upp til fýra mál í dag

Savnsmynd: Andreas F. Hansen

Føroyingaliðið í bestu donsku kvinnudeildini í hondbólti, Ajax liggur í tungum sjógvi.

 

Seinnapartin tapti Ajax sætta dystin á rað í deildini, tá Ajax á útivølli tapti 26-30 fyri Skanderborg, ið var á odda 16-14 í steðginum.

 

Súna K. Hansen gjørdist næstbesti málskjúttin hjá Ajax við fýra málum. Harumframt legði Súna upp til fýra mál hjá Ajax, og vann liðnum eisini fýra brotskøst, ið øll vóru umsett til mál. Hon var eisini kosin besti leikari ígjár, men mátti tíverri út við skaða tá 15 minuttir vóru eftir av dystinum. 

 

Rakul Wardum slapp at royna seg í málinum hjá Ajax í løtum í dag, og hon bjargaði eina av fimm málroyndum. Sarah Lønborg vardi málið hjá Ajax meginpartin av tíðini. 

 

Ajax er nú næstaftast í deildini við bert sjey stigum.

 

Komandi leygardag tekur Ajax móti Ringkøbing, ið er triðaftast í deildini, eisini við sjey stigum. Tá skuldi verið møguligt hjá Ajax at knógva ein sigur heim. 

 

Føroyski landsliðsleikarin, Pernille Brandenborg og liðfelagar hennara í Keypmannahavn taptu greitt 21-31 fyri Esbjerg á heimavølli. Esbjerg var á odda 14-9 í steðginum.

 

Pernille skoraði eitt mál fyri Keypmannahavn í dag.

 

Keypmannhavn er á einum fimta plássi við 20 stigum.

 

Mikukvøldið spælri Keypmannahavn á útivølli móti Viborg. 

 

Savnsmynd: Andreas F. Hansen