Sambært einum videobroti á sosialu miðlunum, hava útlendskir djóraaktivistar verið í aliringunum hjá Bakkafrosti og filmað laksin har. Eisini hava tey filmað við dronu uppi yvir Bakkafrost á Glyvrum, har tey eitt nú hava filmað niður í kassar við laksi í.
Um upptøkurnar eru veruligar ella ikki, vita vit ikki, men aktivistarnir leggja í øllum førum trýst á.
Djóraaktivistarnir vilja vera við, at laksurin hjá Bakkafrosti ikki hevur tað gott og er sjúkur. Tey seta spurnartekin við, um hetta er burðardygt, og tey halda, at aling av fiski eigur at steðga av etiskum og umhvørvisligum orsøkum.
Tað er Megan McCubbin, sum hevur gjørt hetta í samstarvi við Neptune Pirates. Megan McCubbin er kendur zoologur á sosialu miðlunum við yvir 80.000 fylgjarum á Instagram, og hon hevur fyri nøkrum vikum síðani vitjað Føroyar saman við Captain Paul Watson Foundation UK.
– Hetta er laksurin, tit fáa til keyps í handlunum - og tað er ikki í lagi. Hatta er ikki grønt, og tað er ikki gott fyri okkum ella okkara planet, sigur Megan McCubbin.
Vit hava spurt Regin Jacobsen, stjóra á Bakkafrosti um hetta. Hann sigur, at hann hevur ikki sæð videobrotið, og tí hevur hann onga viðmerking.
Hann sigur tó soleiðis, spurdur um laksin, sum aktivistarnir siga vera sjúkan:
– Vit hava ongan sjúkan laks.
Hygg at videobrotinum HER á Facebook ogHER á Twitter.
##med2##
##med3##
Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur onga fráboðan fingið um hetta.
Landsdjóralækni Birna Mørkøre sigur við in.fo, at tað er ringt at meta um hetta út frá videoum, og hon vísir á, at kanningar verða gjørdar regluliga í alibrúkunum.
LES EISINI: – Tað er trupult at fyrihalda seg til videobrot frá aktivistum um Bakkafrost