Tað var í 2008, at vegirnir í Skúvoy fingu gøtunøvn og húsini adressur.
Kommunan í Skúvoy hevur nú gjørt av at broyta gøtunøvnini á øllum vegum í bygdini.
Umhvørvisstovan veit í dag at siga, at øll tey nýggju nøvnini hava røtur í føroyingasøguni.
Broytingarnar í gøtunøvnunum eru hesar:
Kirkjuvegur verður til Sigmundsvegur
Bakkavegur verður til Brestisvegur
Garðavegur verður til Tórugøta
Fløttavegur verður til Turidargøta
Skúlavegur verður til Einarsvegur
Handskavegur (Norður) verður til Tórisvegur
Handskavegur (Suður) verður til Beinursvegur
Umhvørvisstovan sigur, at tey hava góðkent og skrásett nýggju nøvnini í landsadressuskránni, og tey síggjast á føroyakort.fo.