Tað er nógv størri ferðsla í Sandoyartunlinum, enn mat varð um framman undan at tunnlin lat upp beint fyri jól. Talan er um dupult so nógva ferðslu.
Í apríl koyrdu í miðal 933 bilar gjørgnum tunnilin um dagin. Í mars var talið 919 og í februar 783 bilar um dagin.
Eisini í Eysturoyartunlinum økist ferðslan. Í apríl koyrdu 6090 bilar ígjøgnum tunnilin um dagin. Í mars var talið 5905 og í februar 5894.