Altjóða sorgardagur í Belgia

Belgia kunngjørdi í dag altjóða sorgardag

Belgia kunngjørdi í dag altjóða sorgardag. Tjóðin stendur saman um – og syrgir fyri teimum mongu, ið eru deyð av ógvusligu vatnflóðini, ið hevur rakt landið seinastuni dagarnar.

 

 

 

Beint fyri døgurða hoyrdist ljóð frá sirenum um alt landi. Lítla løtu seinni var pinnastilt í ein minutt. Harumframt verður flaggað við hálvari stong kring landið. Vestligi parturin av Týsklandi, Niðurlond, Luksemburg og Belgia eru rakt av vatnflóðini.