Amboðsfimleikur: Rani og Aron til EM

Rani A. Dalsgarð og Aron D. Jacobsen eru farnir til München í Týsklandi at umboða Danmark til EM í amboðsfimleiki

Mynd: (Fimleikasamband Føroya) Rani A. Dalsgarð og Aron D. Jacobsen

Rani A. Dalsgarð og Aron D. Jacobsen eru farnir til München í Týsklandi at umboða Danmark til EM í amboðsfimleiki, skrivar Fimleikasambandið á heimasíðuni.

 

- Okkara bestu mansfimleikarar, Rani A. Dalsgarð og Aron D. Jacobsen, eru farnir til München í Týsklandi at umboða Danmark til EM í amboðsfimleiki, verður skrivað.

 

Fyrireikingarvenjing, eisini nevnt podiumvenjing, var í gjár. Kappingin hjá monnunum byrjar hósmorgunin klokkan 9 føroyska tíð. Aron D. Jacobsen skal kappast í øll amboðum – allround - og Rani A. Dalsgarð kemur at kappast á gólvi. Sum nakað nýtt er EM góðkenningin til HM.

 

Rani A. Dalsgarð og Aron D. Jacobsen hava sín uppruna í Havnar Fimleikafelag. Rani er enn í Havnar Fimleikafelagi, meðan Aron D. Jacobsen venur í Danmark hjá Gefion, nú hann gongur í skúla í Keypmannahavn.

 

- Føroya Fimleikasamband er sera stolt av hesum ungu monnum og ynskja teimum góða eydnu í kappingini, verður sagt at enda.

 

Les meira um kappingina við at trýsta HER

 

Fyri at síggja stroyming frá kappingunum trýst HER

 

Mynd: (Fimleikasamband Føroya) Rani A. Dalsgarð og Aron D. Jacobsen