Amerikanskur hermaður handtikin í Russlandi

Russisku myndugleikarnir skulu hava skuldsett hermannin fyri at hava stolið frá einari kvinnu.

Ein amerikanskur hermaður, sum var á einari privatari ferð, er handtikin í Russlandi.

 

Tað sigur John Kirby, talsfólk fyri amerikanska trygdarráðið á tíðindafundi í kvøld.

 

Russisku myndugleikarnir skulu hava skuldsett hermannin fyri at hava stolið frá einari kvinnu.

 

Hermaðurin varð handtikin hin 2. mai.

 

Sambært einari keldu í amerikansku verjuni, sum Reuters hevur skift orð við, hevur amerikanski hermaðurin verið í Suðurkorea.

 

Amerikanska sendistovan í Moskva roynir at fáa samband við hermannin, og CNN veit at siga, at familjan hjá manninum er kunnað um støðuna.