Arbeiðsbilur út av - funnu ikki føraran

Hendingin fór fram við Marknagilsvegin í Havn klokkan knapt 22 í gjárkvøldið

Vaktleiðarin á løgreglustøðini visti í morgun at siga, at ein arbeiðsbilur - ella firmabilur - hevði koyrt út í bøin við Marknagilsvegin í Havn í gjárkvøldið.

 

Hetta var um knapt 22-tíðina.

 

Tá løgreglan kom á staðið, funnu tey bilin, men ikki bilføraran, sum var farin av staðnum. Tískil settu tey seg í samband við fyritøkuna og eigaran av bilinum.

 

Men, heldur ikki hetta gav nakað úrslit, tí arbeiðsgevarin segði seg ikki vita, hvør hevði koyrt í bilinum.

 

- Vit vita tískil ikki í løtuni, hvør hevur koyrt bilin, sum koyrdi út í bøin við Marknagilsvegin í Havn í gjárkvøldið, segði vaktleiðarin í morgun.