Argentini er aftur í Fuglafirði

Betri deildin menn: Elvio Gelmini er aftur í Fuglafirði

Mynd: (ÍF) George Rouah, formaður, og Elvio Gelmini

Undir yvirskriftini “So var hann okkara!” boðar ÍF frá, at Elvio Gelmini er aftur í Fuglafirði. Hann spældi við ÍF í fyrru hálvu í fjør og kláraði seg væl. So væl, at ÍF hevur verið eftir houm aftur.

 

- Vit kunnu við stórari gleði kunngerða, at lívsglaði argentinin, Elvio Gelmini, nú er ein ordiligur ÍF´ari. Vit hava í dag gjørt avtalu við Elvio um, at hann kappingarárið 2023 spælir við okkum, skrivar ÍF.

 

Elvio Gelmini kom til ÍF, eftir at hava verið partur av innrásini á Argjum, har nógvir spælarar komu til felagið.

 

- Hann spældi við okkum fyrru helvt av kappingarárinum 2022 og vóru vit øll sera glað fyri hansara áræði, lætta lyndi og ikki minst hansara evnir sum fótbóltsspælara, skrivar ÍF.

 

ÍF leitar í løtuni eftir styrki og hevur onkrar spælarar til royndarvenjing.

 

Mynd: (ÍF) George Rouah, formaður, og Elvio Gelmini