Argjabáturin hevur fult stigatal

8-mannafør: Í dag var kappingin størri, enn hon hevur verið undanfarnu ferðirnar

Skíggjamynd kvf.fo

Argjabáturin hevur vunnið meiri enn allir aðrir kappróðrarbátar í Føroyum. Í dag var triði FM róðurin, og eisini á jóansøku var Argjabáturin fremstur. Harvið hevur hann vunnið allar tríggjar FM róðrarnar í ár, og hann er stórfavorittur á ólavsøku at vinna enn eitt FM heiti.

 

Argjabáturin fekk góðan start, og heilt skjótt var skuturin undan kappingarneytunum.

 

Argjabáturin var fremstur allan 1000 metra teinin, men talan varð ikki um, at Argjabáturin kom á mál fleiri bátslongdir undan hinum bátunum, soleiðis sum tað onkuntíð hevur verið.

 

Knørrur og Heiðabáturin høvdu av álvara hug at bjóða av, og kappingin um næstfremsta plássið var sera stór. Knørrur fór um málstrikuna hálvan stavnin undan Heiðabátinum.

 

At tað ikki var meiri enn ein hálv bátslongd frá vinnaranum og aftur til teir báðar næstu bátarnar kundi kanska bent á, at talan kann fara at verða um spenning næstu ferðirnar. Men tað er ilt at spáa um, tí eingin ivi var um, at argjamenn heilt og fult høvdu tak á kappingini, hóast teir ikki vóru so nógv undan avbjóðarunum.

 

Argjabáturin04:42.38700
2Knørrur04:44.02600
3Heiðabáturin04:44.06500
4Gullbrandur04:45.46400
5Nevið Reyða04:47.46310

 

 

 

 

 

Skíggjamynd kvf.fo