B36 hevði kós ímóti steypasigri, inntil tað restaðu seks minuttir.
Inntil tá var B36 frammanfyri 2-1.
Miðskeiðis í seinna hálvleiki vóru Ási P. Dam og Ari Mohr Jónsson skiftir inn. Tá broyttist spælið. B36 hevði verið omaná, men so var tað HB, sum fekk fatur á spælinum.
Serliga eyðsýndur var Ari Mohr Jónsson, sum var sentralur miðvallari. Tað plagar hann ikki at vera, men hann var ógvuliga væl upplagdur, og seks minuttir undan leikloki var tað hann, sum úr stuttari fjarstøðu setti bóltin í málið.
So var neyðugt við longdari leiktíð. HB var omaná størsta partin av tíðini, men tað eydnaðist ikki at skora, og so var neyðugt við brotssparkskapping.
Síðsta sparkið av øllum átti Ari Mohr Jónsson, og hann smekkaði bóltin í netið.
HB er steypavinnari, B36 sleppur ikki at spæla í Europa í 2025, og í Runavík, har NSÍ hevur ársveitslu, kunnu tey fegnast um europeisk atgongumerkið.
Hetta er fyrsta ferðin síðani 1972, at HB vinnur steypafinalu ímóti B36, og hetta er 30. ferðin, at HB er steypavinnari, síðani tað í 1955 var farið undir steypakappingina.
##med2##
B36 – HB 2-2 (1-1) 7-8 eftir longda leiktíð og brotssparkskapping
0-1: Sam Skytte 2.
1-1: Jann J. Benjaminsen 13.
2-1: Hannes Agnarsson 56.
2-2: Ari Mohr Jónsson 84.
Dómari: Rúni Gaardbo
B36: Silas Eyðsteinsson – Jann J. Benjaminsen, Thomas Lillo, Magnus Egilsson, Fabian Ness – Jelle van der Heyden, Anton Søjberg, Mattias Hellisdal – Marius Kryger Lindh, Zean Peetz Dalügge, Hannes Agnarsson
HB: Teitur Matras Gestsson – Mathias Voss, Bartal Wardum, Samuel Johansen Chukwudi, Viljormur Davidsen – Ejvind R. Mouritsen, Noah Mnenéy, Sammy Skytte – Mohamed Samba, Jákup L. Thomsen, Áki D. Samuelsen
Brotssparkskapping
B36 - HB
3-2: Jann J. Benjaminsen
3-3: Viljormur Davidsen
4-3: Andrass Johansen
4-3: Leivur Fossdal Guttesen - Silas Syðsteinsson bjargar
4-3: Símun Sólheim - Teitur Matras Gestsson bjargar
4-4: Mikkel Dahl
4-4: Jelle vad der Heyden - bólturin fer væl omanfyri tvørtræið
4-5: Noah Mnenéy
5-5: Thomas Lillø
5-6: Ari Mohr Jónsson