Árligur skulkingardagur er á Glasi í dag

- Nógvir bilførarar hava ringt til okkara og kært sína neyð, tí tað slepst ikki eftir vegnum fyri næmingum, sum arga bilførarar, sigur løgreglan.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn visti í morgun at siga, at í dag er tann árligi skulkingardagurin hjá mænignunum á Glasi.

 

Næmingarnir hava hildið veitslu í nátt, og tá morgunin kom, fóru fleiri út á vegirnar á leiðini við Marknagil at forða bilaferðsluni.

 

- Nógvir bilførarar hava ringt til okkara og kært sína neyð, tí tað slepst ikki eftir vegnum fyri næmingum, sum arga bilførarar.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at tey tíbetur onga fráboðan hava fingið um skaðar.

 

- Vit heita á bilførarar um at geva tol, og vit heita á næmingar um at taka atlit.

 

Løgreglan heldur, at ein møguleiki hjá bilførarum er - um tað ber til - at koyra aðrar vegir enn eftir Marknagilsvegnum í morgun.