Armenia tapti fyri Norðurmakedonia - Venjarin fekk sekkin

Oleksandr Petrakov er ikki longur landsliðsvenjari hjá Armenia

Hevði Armenia ikki javnað í yvirtíðini í 2-2 javnleikinum móti Føroyum farna hóskvøld hevði landsliðsvenjarin hjá Armenia, Oleksandr Petrakov helst rokið tá.

 

Nú hevur Oleksandr Petrakov fingið sekkin. Tað hendi aftaná 0-2 tapið hjá Armenia fyri Norðurmakedonia á heimavølli. Armenia hevði meira spæl og fleiri málmøguleikar, men alt til onga nyttu. Norðurmakedonia liggur nú væl fyri at vinna okkara bólk.

 

Oleksandr Petrakov var ukrainskur landsliðsvenjari millum 2021 og 2023. Árini millum 2011 og 2021 var Oleksandr Petrakov venjari hjá yngri landsliðum hjá Ukraina. 

 

Aftaná fýra dystir hevur Norðurmakedonia 10 stig, Armenia hevur fýra stig, Lettland hevur fýra stig, og Føroyar eru aftast við trimum stigum. Um Norðurmakedonia fær bert eitt stig aftrat, so hava teir vunnið bólk 4 í Nations League Deild C. Tað kann Norðurmakedonia syrgja fyri í heimadysti móti Lettlandi 14. november. 

 

Føroyar spæla á útivølli móti Armenia 14. oktober, og á útivølli móti Norðurmakedonia 17. oktober.