Aron var við í hópinum hjá Kristiansund í bestu norsku deildini

Kristiansund vann á Tromsø á heimavølli

Bert 16 ára gamli Aron Benjaminsen var ígjár fyrstu ferð partur av hópinum hjá Kristiansund til ein dyst í bestu norsku fótbóltsdeildini. Aron hevur áður verið partur av hópinum til ein dyst í fyrsta umfarinum í norsku steypakappingini. 

 

Kristiansund vann ígjár 1-0 á Tromsø á heimavølli.

 

Kristiansund er nummar seks í deildini við sjey stigum.

 

Komandi mikudag spælir Kristiansund á útivølli dyst í steypakappingini móti Træff úr fjórðbestu deildini. So fáa vit at síggja um tað verður spælitíð til Aron hesaferð.

 

Aron Benjaminsen, ið hevur verið liðskipari hjá føroyska U17-landsliðnum spælir mest á høgra vongi.