Asta syngur Dylan á føroyskum

Kendur sangur hjá Bob Dylan er týddur til føroyskt. Hoyr sangin her

Hendan myndin av einari ungari Astu Højgaard verður brúkt til YouTube útgávuna av sanginum

Asta Højgaard hevur gjørt nýggja innspæling av kendum sangi hjá Bob Dylan.

 

Steintór Rasmussen hevur týtt sangin »Forever Young« til føroyskt og givið honum heitið »Í ævir ung«.

 

Tað eru nøkur ár, síðani sangurin varð týddur, men hann varð tikin fram aftur í sambandi við 80 ára føðingardagin hjá Bob Dylan herfyri. Nú er nýggj innspæling gjørd, og sangurin er útgivin.

 

Tónleikurin er innspældur í Studio Bloch. Erik Biskopstø hevur tikið vokalin upp. Kim Hansen legði innspælingina til rættis, og Óli Poulsen hevur ljóðblandað.

 

Sangurin kann hoyrast niðanfyri.

 

##med2##

 

Hendan myndin av einari ungari Astu Højgaard verður brúkt til YouTube útgávuna av sanginum