Astrid í Garði fyllir 100 ár í dag

Í dag, 27. mai, verður Astrid Joensen (Astrid í Garði) á Eiði 100 ár. - Føðingardagurin verður hildin í dag í Hólmahúsinum, frá kl 14:00 til 18:00 - Øll eru hjartaliga vælkomin.

Astrid er fødd og uppvaksin á Eiði. Hon giftist við Andreas Joensen (vanliga nevndur Andreas í Velinum) frá Haldarsvík, hann doyði 16 Februar 2005. -  Tey fingu fimm børn.

 

Astrid er bóndadóttir. Foreldrini vóru: Olaf Ellingsgaard (Olaf í Garði) og Sigrid Ellingsgard, fødd Eidesgaard.

 

Astrid og tey vóru sjey systkin. Óluva – Pedda (Jóan Petur) – Lydia – Astrid – Tvíburarnir Hans Olaf og Jørgin – Andrew.

 

Í dag eru tað Astrid og Andrew sum eru eftir á lívi. Andrew verður 91 ár 30. mai. - Astrid er sostatt elsta kvinna á Eiði, og beiggin Andrew elsta mannfólk.

 

Astrid búði heima til hon var 98 ár. Og býr nú á Korndalsbýlinum á Eiði.

 

Hon er væl fyri, og fylgir við í øllum. Minni hevur hon sum fáur.