Ávara ímóti heilavasking í Norðurlandahúsinum

Ein vinarlig áheitan frá Miðflokkinum til foreldur og lærarar ávarar flokkurin ímóti útlendskari heilavasking í Norðurlandahúsinum

Tað skrivar flokkurin í eini áheita, sum flokkurin hevur sent fjølmiðlunum. Miðflokkurin skrivar soleiðis:

 

– Enn einaferð uppliva vit, at Norðurlandahúsið letur seg brúka at fremja miðvísa útlendska ávirkan á børn okkara. Hesuferð, sum so mangan, verður tað gjørt við at bjóða børnum og lærarum í húsið fyri at verða heilavaskaði av útlendingum, sum gjøgnum sjónleik, hesuferð bygdan á djóralív, royna teirra kynstur.

 

– Miðflokkurin heitir inniliga á foreldur at verða vakin í hesum máli, at kanna tað, og serliga í komandi viku at verja børn tykkara móti hesari óføroysku og ókristiligu ávirkan. Somu áheitan senda vit lærarum og leiðslu fólkaskúlans og biðja hesi um at seta seg inn í hetta virksemi Norðurlandahúsins og byrgja fyri tí óhepnu ávirkan, sum hetta virksemi kann hava sær á barnasálina, skrivar Miðflokkurin.