– Tíverri hevur Føroya Politi seinastu tíðina fingið fleiri fráboðanir um, at tilgjørdar nakinmyndir eru lagdar út og deildar á sosialum miðlum, skrivar løgreglan í áheitan, sum er sendi fjølmiðlunum.
– Føroya Politi skal minna á, at tað er revsivert at leggja út og deila nakinmyndir av fólki, sum ikki hava givið samtykki til tess.
– Vit heita á øll um at hava ein góðan og siðiligan atburð - eisini á netinum, skrivar løgreglan.