B36 bjóðar Bjarta vælkomnum heim

Ættarbondini siga, at Mørk spælarar hoyra heima í B36, sigur árstalsfelagið

B36 váttar nú tíðindini, sum vóru borin fríggjakvøldið her á síðuni. Tey søgdu, at B36 hevði skrivað undir tvey ára sáttmála við Bjarta Vitalis Mørk.

 

B36 skrivar soleiðis:

 

Tá mann hevur Mørk sum part av eftirnavninum, er B36 einasta rætta felagið at spæla í. Bjarti Vitalis Mørk er nú millum teirra, sum skulu kappast um málverjaplássið í B36

 

Langabbin, Mortan, var við til at stovna B36, og hóast abbin, lítli-Mortan, gjørdi mest um seg á hondbóltsvøllinum, telist hann altíð millum trúføstu hjálparfólk okkara, tá tøk skulu takast fyri felagið. Pápin, Finn, var partur av FM-hópinum í 1997, og tí var tað sjálvsagt, at Bjarti Vitalis Mørk kom til B36, tá hann sum smádrongur flutti aftur til Føroya.

 

Hann støðaðist tó ikki so leingi hjá okkum ta ferðina, og í fleiri ár hevur hann verið í útlegd hjá grannunum, har hann eisini hevur fingið fleiri dystir á besta liðnum.

 

Nú verður tað tó røttu megin í Gundadali, at hann skal vísa síni evnir. Bjarti og B36 hava nevnliga skrivað undir tvey-ára sáttmála, sum knýtir partanar saman til og við 2025.

 

Bjarti, sum nú er 22 ára gamal, hevur øll ungdómsárini verið partur av føroyskum landsliðum, og í ár var hann eisini partur av A-landsliðshópinum.

 

Hann hevur við HB og AB spælt 33 dystir í toppinum av føroyskum fótbólti, og eingin ivi er um, at tað er ein av mest lovandi málverjunum í landinum, sum B36 nú hevur fingið í hópin.

 

- Eg eri sera spentur uppá nýggju avbjóðingina í hvítum og svørtum.

 

- Satt at siga so havi eg eitt tætt tilknýti til B36, tí felagið altíð hevur verið familjuni nær.

 

Tá ið seinasta kappingarár varð lokið, tók eg avgerð um, at eg vildi leita mær aðrar leiðir, tí eg ynski at fáa meira spælitíð.

 

Eg ivist ikki í, at eg passi væl inn í B36, tí er hetta ein góður møguleiki hjá mær. Eg føli, at tíðspunktið er rætt fyri meg og fyri felagið, og tí er hetta 100% rætta fetið á mínari leið, sigur Bjarti, nú hann hevur skrivað undir.