B36 hevur funnið nýggjan málverja

Bjarti Vitalis Mørk flytur úr HB og til grannarnar í B36, har hann verður í hvussu so er tvey tey næstu árini

Tað hevur ligið í kortunum í eina tíð, at tað var neyðugt hjá B36 at finna nýggjan málverja, og nú letur tað til, at tann spurningurin er avgreiddur.

 

Undan kappingarbyrjan í 2020 flutti Mattias H. Lamhauge úr HB og yvir til grannarnar í B36. Í HB hevði hann staðið í skugganum av landsliðsmálverjanum Teiti Matras Gestsson. Í B36 vann hann sær beinanvegin fast pláss millum stólparnar, og har hevur hann støðugt ment seg sum málverji.

 

Tá ið Teitur Matras Gestsson fyrr í ár varð skaddur, var tað upplagt, at Mattias H. Lamhauge avloysti í landsliðsmálinum, og nú ætlar Mattias sær uttanlands at royna, hvussu langt evnini sum málverji fara at røkka.

 

Tí hevur B36 leitað eftir málverja, og nú er tað greitt, at tað verður Bjarti Vitalis Mørk, sum gongur í fótasporunum á Mattiasi og flytur úr HB og í grannahúsið.

 

B36 hevur ikki enn kunngjørt, hvør nýggi málverjin verður, men heilt góðar keldur vita at siga, at Bjarti Vitalis Mørk og B36 hava undirskrivað sáttmála, sum fevnir um tvey tey næstu árini.

 

Sambært faroesoccer.com hevur 22 ára gamli Bjarti Vitalis Mørk vart besta HB málið í  25 landskappingardystum, seks dystum um løgmanssteypið og tveimum europeiskum dystum.

 

Í heyst hevur Bjarti Vitalis Mørk verið triði málverji í landsliðshópinum. Í 2021 vardi hann tríggjar ferðir U21 landsliðsmálið.