B36 skiftir málverja

Bjarti Vitalis Mørk vardi málið í gjárkvøldið, tá ið næstbesta B36 liðið spældi á Argjum

Tað letur til, at ein annar málverji verður millum B36 stólparnar í Runavík í kvøld enn hann, sum higartil í ár hevur vart B36 málið.

 

Tá ið næstbesta B36 liðið, sum er ósigrað og topplið í 1. deild, í gjárkvøldið var á Argjum, har úrslitið var 1-1, var Bjarti Vitalis Mørk í B36 málinum. Tað boðar frá, at hann ikki verður millum teir fyrstu ellivu, tá ið B36 seint seinnapartin í dag fer at spæla í Runavík.

 

NSÍ er á fjórða plássi við 18 stigum, og B36 er á fimta plássi við 14 stigum. Tá ið NSÍ á summarmála hevði vitjan av B36, vann heimaliðið 1-0. 13 minuttir eftir steðgin skoraði Klæmint A. Olsen sigursmálið. Hetta var annað málið hjá Klæminti í ár, og síðani hevur hann ikki verið málskjútti.

 

Í 10 teimum fyrstu umførunum eru 15 mál farin ígjøgnum hjá B36, og nú hevur Dan Brimsvík gjørt av at geva honum, sum kappast við Bjarta Vitalis Mørk, møguleikan. Talan er um Silas Eyðsteinsson, sum inntil í gjárkvøldð hevur verið fastur maður á B36 liðnum í 1. deild. At verja málið í bestu deildini er ikki ókent fyri Silas Eyðsteinsson. Sambært FaroeSoccer hevur hann spælt 86 dystir í bestu deildini. Teir flestu eru fyri 07 Vestur, har hann var fastur málverji frá 2017 og fram til á sumri í 2022.

 

Hóast NSÍ tapti 2-0 í Gøtu síðsta sunnudag, so var talan um fínt avrik. Tað var avgerandi, at Dion B. Splidt, vongverjin hjá NSÍ í høgru, miðskeiðis í 2. hálvleiki sá gult fyri aðru ferð. Víkingur skoraði málini, tá ið vanliga leiktíðin var farin.

 

Í dag er Dion B. Splidt leikbannaður, og miðverjin Oddur Á. Højgaard og miðvallarin Konrad Gustafsson eru skaddir.

 

Hjá B36 er miðverjin Thomas Lillo tøkur aftur eftir skaðasteðg í fleiri vikur. Hann var á vøllinum í fimm minuttir 2. hvítusunnudag, tá ið B36 tapti grannauppgerðina ímóti HB 2-1. Hannes Agnarsson er leikbannaður, og Eli Falkvard Nielsen, Benjamin Heinesen, Magnus Egilsson, Andrass Johansen og Andrias H. Eriksen eru skaddir.

 

NSÍ – B36: Eiler Rasmussen kl. 17.00.