B36 smurdi Víking av

1. DEILD: Í næstbestu deildini gongur tað sum eftir ánni hjá árstalsfelagnum, sum er topplið

Lukas S. Enevoldsen var í dag fyri triðju ferð í ár málskjútti, tá ið B36 við 3-0 styrkti ímóti Víkingi helt tørn um oddasessin í 1. deild

Tað plagar at vera so, at næstbesta liðið hjá Víkingi kappast um heiðursmerkini, meðan næstbesta liðið hjá B36 plagar at stríðast fyri at sleppa undan niðurflyting.

 

Nú vendir tað heilt øðrvísi. Í dag vann B36 3-0 á heimavølli ímóti Víkingi. Sigurin ber við sær, at B36 er topplið í 1. deild við 17 stigum fyri sjey dystir, og at Víkingur er á áttanda plássi við sjey stigum fyri sjey dystir.

 

Hálvleiksstøðan var 2-0.

 

Lukas S. Enevoldsen, sum nú er hjálparvenjari hjá besta liðnum, har hann í fjør var miðverji, setti hol á. Tað var í 7. minutti, og miðvallarin Rani Berg í Soylu, sum oftast er í besta hópinum, átti uppleggið.

 

Tveir minuttir undan steðginum økti Tobias Hansen um munin til 2-0. Uppleggið átti Gutti Dahl-Olsen, sum ikki enn hevur vunnið fast pláss á besta liðnum, síðani hann í vetur flutti úr EB/Streymi og til B36.

 

Hetta var annað málið hjá 18 ára gamla Tobias í næstbestu deildini í ár.

 

Jógvan Kárason Gullfoss staðfesti 3-0 sigurin, tá ið tað restaðu 10 minuttir. Sambært FaroeSoccer var hetta 40. ferðin, at Jógvan Kárason Gullfoss var á næstbesta B36 liðnum, og hetta var fimta málið hjá honum í 1. deild.

 

Næstu ferð er setningurin hjá Víkingi at spæla á útivølli ímóti B71, og tá fer B36 at spæla á heimavølli ímóti TB.

 

Lukas S. Enevoldsen var í dag fyri triðju ferð í ár málskjútti, tá ið B36 við 3-0 styrkti ímóti Víkingi helt tørn um oddasessin í 1. deild