B68 hevur eina lítla favorittstøðu móti EB/Streymi

13 altjóða veddingarfyritøkur lata odds upp á dystin millum B68 og EB/Streym, ið byrjar í morgin klokkan 15

Klokkan 15 seinnapartin í morgin verður dystur í Betrideildini millum B68 og EB/Streym á Svangaskarði á Toftum.

 

EB/Streymur er nummar seks við 20 stigum og B68 er nummar sjey við 19 stigum.

 

13 altjóða veddingarfyritøkur lata odds upp á dystin, og tær hava eina lítla favorittstøðu til B68.

 

Oddsini upp á heimasigur til B68 liggja millum 1,76 og 1,89.

 

Oddsini upp á útisigur til EB/Streym liggja millum 3,50 og 3,81.

 

Oddsini upp á javnleik liggja millum 3,40 og 3,71. 

 

HER eru oddsini:

 

##med2##