Bækkelaget tapti triðja dystin á rað

Í dag taptu Kjartan Johansen og liðfelagarnir greitt fyri Arendal á heimavølli

Kjartan Johansen og liðfelagarnir í Bækkelaget tóku í dag móti Arendal í dysti í bestu norsku hondbóltsdeildini.

 

Bækkelaget var fyri greiðum 25-34 tapi. Í steðginum var Arendal á odda 17-14.

 

Talan er um triðja tapið á rað hjá Bækkelaget, ið er fjórðaftast í deildini við sjey stigum fyri 12 dystir. 

 

Kjartan stóð seg væl við at leggja upp til mál hjá liðfeløgunum í dag. Kjartan hevði fimm assist, skoraði eitt mál og vann liðnum eitt brotskast.

 

Komandi leygardag hevur Bækkelaget ein sera torføran útidyst móti Kolstad, ið er fremst í deildini við 19 stigum.

 

Viking TIF tapti uttan landsliðsmálverjan, Nicholas Satchwell 29-34 (15-21) fyri Sandnes á útivølli.

 

Í løtuni verja Christian Morillo Lyngbø og Jarle Aragon Halden málið hjá Viking TIF. 

 

Viking TIF er aftast í deildini við bert trimum stigum.

 

Leygardagin 9. desember tekur Viking TIF móti Nærbø á heimavølli.