Bakar og pyntar hóast hon hevur verið blind í 30 ár

- Tað, at eg veit, at eg havi pyntað, er nóg mikið til, at eg í huganum síggi alt hetta fyri mær, og hetta fær meg eisini í jólahýri, sigur Ruth Thomsen.

 

Hvussu fyrireikar tú teg til jólini – ella koma jólini bara, tá tey koma? 

- Eg haldi, at tíðin undan jólum er so sera hugnalig. Havi altíð gjørt eitt sindur burturúr, men tað verður ongantíð til strongd hjá mær í samband við jól. Eg gangi høgt uppí, at friður og hugni valdar allan desember.

Tað sigur Ruth Thomsen.

Hon vísir á, at hon altíð bakar nokso nógvar smákøkur, soleiðis at hon eigur smákøkur allar jólamánaðin. 

- Jólatónleikur hevur altíð verið ein partur av jólafyrireikingunum hjá mær, og her eru tað mínir egnu spælilistar, sum sleppa mest framat. Tá er hetta eisini tónleikur, sum á sín serliga hátt fær meg í jólahýri. 

Hevur tú pyntað til jólar og gert tú nógv burturúr við pynti og ljósketum?  

- Eg havi altíð gjørt nógv við at pynta til jóla, bæði við jólapynti, ljósketum og stakum, hóast eg eri blind. Tað, at eg veit, at eg havi pyntað, er nóg mikið til, at eg í huganum síggi alt hetta fyri mær, og hetta fær meg eisini í jólahýri. 

Hon sigur, at børnini eru vaksin, og í ár verða eingi ommubørn hjá teimum á jólum.

- So, eg føli væl, at eg havi lyndi til at taka eitt sindur lættari uppá pyntingina í ár.

Kortini væntar Ruth Thomsen, at tá til stykkis kemur, verður alt so nøkulunda, sum tað plagar at vera. 

Plaga tit at hava jólatræ - úr plasti ella træi - og nær verður jólatræið pyntað?

- Tey síðstu nógvu árini hava vit havt eftirgjørt jólatræ. 

Ert tú farin at hugsa um jólagávur, og hvussu nógvar gávur verður tað til? 

- Jólagávur hava øll hesi umleið 30 árini, eg havi verið heilt blind, verið nakað av einari avbjóðing – ikki tí, at eg ikki fái ta hjálp, eg havi brúk fyri frá mínum nærmastu, als ikki. Men tað, sum er og ger tað so avbjóðandi, er, at eg ikki kann fara í handlar og fáa íblástur til gávur ígjøgnum tað, eg síggi.

Hon vísir á, at hesin fantastiski sansurin, sum eitur sjónin, ger alt tað, sum hevur við jól, jólahugna og jólagávur at gera, so nógv lættari.

- Men, eg havi ikki tann sansin at brúka. Tí noyðist eg at hugsa meg til alt, áðrenn eg fari í býin at keypa – hvat eg skal keypa. Eg skal vera tann fyrsta at siga, at eg vildi so innarliga ynskt, at eg kundi fingið íblástur við sjónini. Men, tann møguleikan havi eg ikki. 

Ruth Thomsen vísir á, at eftirhondini eru gávurnar ikki so nógvar í tali, tí so hvørt, sum børnini, ið systkini hjá henni og manninum eiga, gerast vaksin, so detta tær gávurnar burtur. 

- So, alt í alt er tað lættari fyri meg at hava við gávurnar at gera nú enn áður, leggur hon aftrat.