BankNordik og HSF leingja samstarvið

Hondbóltssambandið og høvuðsstuðulin seinastu fimm árini, BankNordik, hava í dag undirskrivað og longt samstarvsavtaluna fyri komandi hálvtriðja árið

Hondbóltssambandið og høvuðsstuðulin seinastu fimm árini, BankNordik, hava í dag undirskrivað og longt samstarvsavtaluna fyri komandi hálvtriðja árið.

 

– BankNordik hevur, sum høvuðsstuðul seinastu fimm árini, verið ein sera sjónligur og dyggur viðspælari hjá hondbóltinum og er hetta eitt samstarv og ein avtalu sum ger mun og tryggjar góðu gongdina, sigur Gunn Ellefsen, forkvinna í HSF.

 

Avtalan var undirskrivað saman við Rúnu N. Rasmussen, marknaðarleiðara, í høvuðsætinum hjá BankNordik á Oknarvegi í dag.

 

– Virðini hjá BankNordik eru dugnasemi, eldhugi og framsøkni, og júst hetta hava vit av álvara sæð í føroyskum hondbólti seinastu árini. Vit fegnast um at hava verið við á ferðini higartil og gleða okkum til at bera Føroyar enn hægri upp á hondbóltstindarnar, sigur Rúna N. Rasmussen.

 

Nýggja samstarvsavtalan er galdandi fyri 2022 og 2023.