Bartal Páll smæðist ikki millum teir vaksnu

16 ára gamli Bartal Páll Klein er eitt av stjørnuskotunum í føroyskum fótbólti í løtuni

Mynd: (B68) Bartal Páll Klein og venjarin, Jákup á Borg

16 ára gamli Bartal Páll Klein er eitt av stjørnuskotunum í føroyskum fótbólti í løtuni. Ungi framherjin hevur fingið álit seinastu umførini fyri B68 og hann hevur tikið av. Hann hevur verið sjónligur í sínum fimm innhoppum, meðan minst sjónliga avrikið mundi verða frá byrjan móti 07 Vestur á Dungasandi.

 

- Eg eri blivin sera væl móttikin í hesum sunna og sera profesionellu umstøðunum sum eru her á Toftum. Eg fari at gera alt eg kann og geva meg hundrað prosent fyri B68, og eri eg spentur uppá framtíðina, segði Bartal Páll Klein, tá hann í summar gjørdi sáttmála við B68.

 

Bartal Páll Klein er uppvaksin í HB, og spælt við B36 síðani hann var 12 ára gamal. Hann er farin inn á Toftir saman við eldra beiggjanum Villiami Emil Klein. B68 vann sær eitt kærkomið stig í Klaksvík mánakvøldið, har Bartal Páll Klein eisini kom á vøllin.

 

Mynd: (B68) Bartal Páll Klein og venjarin, Jákup á Borg