Beiskt tap hjá Ajax í botndysti á heimavølli

Súna K. Hansen brendi stóran málmøguleika, ið hevði kunnað tryggjað Ajax eitt stig í seinastu løtu

Súna K. Hansen, Lív S. Poulsen og liðfelagarnir í Ajax vóru fyri beiskum tapi í botnuppgerðini móti Ringkøbing í bestu donsku hondbóltsdeildini í dag.

 

Heimaliðið, Ajax átti seinasta álopið. Tá klokkan vísti 59:54 fekk Súna møguleikan at javna til 28-28, men ólukkutíð bjargaði málverjin hjá Ringkøbing royndini hjá Súnu, og Ringkøbing vann dystin 28-27.

 

Súna skoraði tvey og legði upp til trý mál. Í steðginum var Ajax á odda 16-14.

 

Ajax er næstaftast í deildini við sjey stigum. 

 

Um 14 dagar hevur Ajax heimadyst móti Silkeborg/Voel.