Bensin- og dieselbilar verða bannaðir í ES í 2035

Eitt bann ímóti diesel- og bensinbilum í ES kann koma í gildi um 13 ár.

 

ES-tingið og limalondini í ES gjørdust í gjár samd um at seta í gildi bann ímóti sølu av nýggjum diesel- og bensinbilum frá 2035.

ES tingið atkvøddi fyri banninum í juni. Men uppskotið hevur bíðað eftir endaligu góðkenningini frá limalondunum og ES nevndini.

– Hendan avtalan er góð tíðindi fyri bilførarar. Bilar, sum einki CO₂ útlát hava, verða bíligari, og tað fer art gera teir lættari at fáa atgongd til og at fáa ráð til, sigur høvuðssamráðingarmaðurin hjá ES tinginum, jan Huitema.

Avtalan gongur út uppá, at nýggir bilar skulu útláta 100 prosent minni CO₂ í 2035, og 55 prosent minni,enn teir gera í dag, í 2030.

ES hevði frammanundan eitt mál um, at nýggir bilar, sum verða seldir í 2030, skulu útláta 37,5 prosent minni CO₂.

Teir tríggir partarnir vóru eisini samdir um, at ES skal gera eitt uppskot um, hvussu bilar sum koyra við CO₂ neutralum brennievni kunnu seljast eftir 2035.

Ein minni bilasøla kann samráða seg til eitt lægri mál, enn tær stóru bilasølurar til 2036. Tá vilja tey fáa kravið um 100 prosent minni CO₂ útlát aftan á 2035.

Bilar standa í dag fyri 12 prosentum av samlaða CO₂ útlátinum í teimum 27 ES londunum. Flutningsvinnan sum heild stendur fyri umleið einum fjórðingi.

/ritzau/Reuters