Bert 166 fólk vórðu koppsett í gjár

Tølini fyri koppsetingar vóru óvanliga lág í gjár – myndugleikarnir heita enn einaferð á fólk um at koppseta seg

Í gjár vórðu bert 166 fólk koppsett, og hetta er lægsta dagstalið í langa tíð. Líkt er til, at hendan vikan – eins og síðsta vika – verður slakari, enn vikurnar frammanunan vóru.

 

Í næstsíðstu vórðu umleið 7.000 prik gjørd. Í síðstu viku var talið umleið 2.600, og higartil eru gott 2.100 prik gjørd hesa vikuna.

 

Gongdin fekk í dag Koppsetingarbólkin til at heita á fólk um at koppseta seg.

 

Eitt nú var sagt, at tey, sum eru liðugt koppsett, ikki nýtast í sóttarhald, um tey koma í samband við smittað fólk – eitt nú á ólavsøku.

 

Tilsaman eru 61.551 prik gjørd higartil. Koppsetingarbólkurin mælir til, at 84.000 prik verða gjørd fyri at fáa flokkverju í Føroyum.