Bert eitt ísfiskalínuskip er til fiskiskap

Fýra frystilínuskip eru til fiskiskap í Eysturgrønlandi, og eitt er á Flemish Kap.

 

Myndin er tilvildarlig.

 

 

Í løtuni er bara eitt ísfiskalínuskip til fiskiskap. Skipið fiskar undir Føroyum og fær mest at longu, brosmu, toski og hýsu.

 

- Vit vænta, at ísfiskalínuskipið kemur inn at landa fyrst ella miðskeiðis í næstu viku, siga tey á Fiskamarknaði Føroya í dag.

 

Fýra frystilínuskip eru til fiskiskap í Eysturgrønlandi, og eitt er á Flemish Kap. Helst kemur okkurt av frystilínuskipunum heim at landa í næstu viku.

 

Streymur og veður verða hamilig alla næstu viku.

 

- Helst verður nakað av útróðri. Fiskiskapurin við línu roynist ikki, men bátar, sum fiska við snellu, fáa nakað av upsa, verður lagt aftrat.

 

 

 

Myndin er tilvildarlig.