Betri kor til fyritíðarpensjónistar

At vera fyritíðarpensjónistur er ikki altíð lætt. Fyri tey flestu er tað ein stórur missur og sorg ikki at vera partur av vanliga arbeiðsmarknaðinum. Nakrir fyritíðarpensjónistar kunnu greiða frá stórum einsemi og tøgn um teirra støðu. Og kenslan av at standa uttanfyri fealgsskapin rakar mong meint.

 

Hinvegin eru nøkur viðurskifti blivin betri, nú bøttir møguleikar eru at koma í tillagað starv og onnur arbeiðsrættað tilboð. Men framhaldandi er hetta ein samfelagsbólkur, sum merkir svian av m.a. høga prísvøkstrinum, høga býliskostnaðinum og ella manglandi bústaðartilboðum.

 

Tað ber ikki til at skera øll yvir ein kamb. Nøkur blíva fyritíðarpensjónistar tíðliga í lívinum meðan onnur orsakað av sjúku, skaða ella øðrum førleikatroti mugu fara av arbeiðsmarknaðinum, áðrenn tey ætlaðu. Nøkur megna at arbeiða eitt sindur við síðurnar av, onnur ikki. Men øll eru tey menniskju ein júst somu tørvum, ynskjum og dreymum sum øll onnur.

 

Tann pensjónsskipanin, sum vit nú hava hongur neyvt saman við tíni lívsløn. Tað er ómøguligt at siga, hvussu vanliga fólkapensjónin kemur at síggja út í framtíðini, tí nú gjalda vit eitt ávíst % til eftirløn mánaðarliga og spara soleiðis upp til ellisárini. Tað merkir eisini, at hevur tú góða inntøku í arbeiðsárum, so fært tú góða pensjón. Samstundis merkir tað at lagaði lív og lagna seg soleiðis, at tú hevði lítla og onga arbeiðsinntøku tíni arbeiðsár so verður tín pensjón lítil og ongin.

 

Fritíðarpensjónistarnir eru hildnir uttanfyri pensjónsuppsparingina og spara tí ikki upp til eftirløn, sum øll onnur. Tað og merkir møguliga ikki so nógv í krónum og oyrum beint nú, men tað kemur uttan iva at leggja gróðrarbotn undir sera fíggjarliga sperd ellisár hjá fyritíðarpensjónistum.

 

Hetta mugu vit gera nakað við og tryggja, at fyritíðarpensjónistar fáa eftirløn sum øll onnur. At tey ikki verða útihýst, men fáa javnrættindi og sømulig lívskor tá ið tey verða eldri. Hetta hevur Tjóðveldi við í valskránni.

 

Umframt hetta er neyðugt at hyggja eftir hvussu tað ber til at bøta um korini hjá fyritíðarpensjónistum sum heild. Bæði tá ið tað kemur til arbeiðs- og sosial tilboð, heilsuhjálp, koyrimøguleikar til tænastur, fíggjarligt rásarúm og lættar í gerandisdegnum.

 

Sirið Stenberg

 

Tjóðveldi